Mynd: Sverri Egholm

Enniberg kom á Havnina í dag við 950 tonsum

Kiran Jóanesarson

02.08.2017 - 22:19

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Enniberg kom fyrrapartin í dag á Havnina við fullari last.

Enniberg hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Enniberg hevur fiskað 950 tons uppá 34 dagar.

Veiðan verður landað í Havn.