Mynd: Sverri Egholm

Enniberg komin heim

Kiran Jóanesarson

10.06.2017 - 10:03

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Enniberg, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, kom í gjár heim við fullari last – líka yvir 900 tons, sum teir skulu landa í Føroyum.

Enniberg fór av Havnini tann 6. apríl, og hevur meginpartin av túrinum fiskað í norskum sjógvi. 

Við Enniberg hendan túrin vóru 37 mans, og skipari var Sonny Johannesen.