Mynd: Shipspotting.com

Eskja keypt uppsjóvarskip

Kiran Jóanesarson

08.06.2017 - 22:33

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Íslendska felagið, Eskja, hevur keypt hetlendska uppsjóvarkipið Charisma. Skipið verður yvirtikið fyrst í juli mánað.

Charisma skal avloysa Jón Kjartansson, sum er eitt eldri uppsjóvarskip hjá felagnum. Charisma, sum fær navnið Jón Kjartansson, er bygt í 2003, og er 70,7 metrar langt og 14,5 metrar breitt. 

Skipið líkist nógv Borgaranum, ið felagið Næraberg keypti fyrr í ár, men er umleið 8 metrar styttri, og hevur minni maskinorku.

Charisma lastar góð 2200 tons, og skipið skal landa til nýggja uppsjóvarvirkið, sum Eskja lat upp í november síðsta ár.