Mynd: Eysturbúgvin ávegis á Havnina at taka ís - Kiran Jóanesarson

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu 180 tons í Kollafirði í gjár

Kiran Jóanesarson

10.08.2017 - 15:13

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, landaðu í gjár gulllaks í Kollafirði.

Skipini, sum hava fiskað unndir Førroym hava havt góðan fiskiskap. Tey landa góð 180 tons til Faroe Pelagic í Kollafirði, hetta tí at virkið, Tavan, í Leirvík ikki tekur ímóti meira gulllaksi í ár.

Tá ið Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu landað, fóru tey til Havnar, har tey skuldu taka ís, áårenn fari var aftur tilfiskiskap.