Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Fagraberg hevur landað svartkjaft til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

07.03.2018 - 08:08

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur landað svartkjaft til Havsbrún.

Fagraberg hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava landað umleið 3200 tons av svartkjafti til Havsbrún, og veiðan verður framleidd til fóður.

Tá ið Fagraberg hevði landað, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu.