Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár við 2600 tonsum

Kiran Jóanesarson

11.01.2018 - 09:40

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fgraberg kom í gjár á Fuglafjørð við 2600 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Fagraberg heaver verið á svartkjaftaveiðu sunnan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landa til Havsbrún í Fuglafirði, sum er einasta virkið, sum tekur í móti svartkjafti fyri tíðina.

Flestu uppsjóvarskipini eru á makrelveiðu vestan fyri Hetland, tó eru tað nøkur, sum tó fiska svartkjaft sunnan fyri Føroyar.