Savnsynd: Kiran Jóanesarson

Fagraberg kom á Fuglafjørð í morgun við makreli til Pelagos

Kiran Jóanesarson

02.10.2017 - 19:21

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fagraberg, úr Fuglafirði, kom í morgun á Fuglafjørð við makreli.

Fagraberg hevur fiskað makrel norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava góð 700 tons av makreli, sum teir landa til Pelagos.

Fagraberg slapp framat at landa beinanvegin. Seinasta skipið, sum landaði til Pelagos var Nýborg, sum landaði umleið 400 tons av sild.