Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Fagraberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

15.04.2018 - 22:13

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fagraberg slapp framat at landa í dag.

Fagraberg hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 2600 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Hjá Havsbrún hava tey havt úr at gera seinastu dagarnar, nú svartkjaftaskipini eru farin aftur til fiskiskap.