Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Finnur Fríði fekk 1500 tons í trimum hálum

Kiran Jóanesarson

07.10.2017 - 10:12

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði koma í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Finnur Fríði hevur fiskað sild í norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Finnur Fríði gjørdi trý hál, og fekk tilsamans 1500 tons av sild.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - 390 gramm, og at nógv sild er at síggja norðanfyri.