Finnur Fríði (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Finnur Fríði ger makrelkanningar í Grønlandi

Sverri Egholm

03.08.2017 - 17:39

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Á øðrum árið á rað ger Finnur Fríði makrelkanningar fyri Grønlands Naturinstitut. Tað skrivar Varðin á heimasíðuni.

Hetta er ein liður í somu kanningum sum Tróndur í Gøtu gjørdi fyri Havstovuna fyri ólavsøku.

Finnur Fríði fór av Fuglafirði 20. juli. Teir byrjaðu kanningarnar eini 70 fjórðingar sunnanfyri Kappan og halda fram norðureftir, eystanfyri, upp ímóti Kuummiut.

Fimm granskarar frá Grønlands Naturinstitut eru við á túrinum. Manningin á Finnur Fríða letur væl at samstarvinum við Grønlands Naturinstitut.

Finnur Fríði verður væntandi aftur í Føroyum 7. august.