Finnur Fríði kanna lodnu og makrelstovnin í Eysturgrønlandi

Kiran Jóanesarson

05.06.2018 - 08:49

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði liggur í løtuni í Norra, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt við skipið.

- Teir komu til Norra tann 28 mai, og har skulu tangarnir millum annað sandblásast, og annað viðlíkahaldsarbeiði gerast við skipið, upplýsir Andri Hansen, sum er ein av skiparunum umborð á Finnur Fríða. Hetta arbeiðið verður gjørt í Lerivik.

Arbiðið kemur væntandi at taka 5 vikur, og tá ið tað er gjørt, skal Finnur Fríði til Eysturgrønlands, har teir skulu gera ymsar kanningar fyri grønlendsku havstovuna.

- Vit skulu til Eysturgrønlands 18. juli, og tað er serliga lodnu og makrelstovnin, sum vit skulu kanna, upplýsir Andri Hansen.

Hetta verður gjørt við at gera yvirlitstrolingar og ekkokanningar, og á henda hátt far man at  vita hvussu stórur stovnurin er. 

- Arbeiðið tekur 3 vikur, og við vera 20 mans, har 14 er frá okkum, og síðan 6 mans, sum koma frá Danmark, Grønlandi og Kanada. Hesir 6 skulu so taka sær av øllum kaningunum, sum verða gjørdar umborð.

Hetta er triðja árið á rað, at Finnur Fríði ger hesar kanningarnar fyri grønlendsku havstovuna. Andri Hansen, var skipið í fjør, men í ár verður tað Aksel Mikkelsen, sum verður skipari meðan kanningarnar verða gjørdar.

Andri Hansen leggur aftrat, at talan hevur verið um gott samstarv í millum manningna og serfrøðina, sum er umborð tá ið slíkar kanningar verða gjørdar, og at kanningarnar higartil hava givið tey úrslit, sum grønlendska havstovan hevði vónað at fingið.