Savnsmynd: Sverri Egholm

Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í morgun við svartkjafti

Kiran Jóanesarson

09.04.2018 - 22:35

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Upsjóvarskipið Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 1500 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til fóður.

Føroysku skipini hava seinastu dagarnar bíða inntil svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv, so flestu svartkjaftaskipini fara allarhelst aftur til fiskiskap ein av komandi døgunum.