Savnsmynd: Eilif Jógvansson

Finnur Fríði koma á Fuglafjørð seinnapartin við 750 tonsum

Kiran Jóanesarson

04.09.2017 - 22:33

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í dag við makreli.

Teir hava fiskað makrel norðanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður. Finnur Fríði hevur umleið 750 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos.

Tá ið Finnur Fríði hevur landað, fara teir nýggjan túr eftir makreli.