Savnsmynd: Sverri Egholm

Finnur Fríði landar 2500 tons av svartkjafti í Norra

Kiran Jóanesarson

14.05.2018 - 09:59

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom til Vedde í gjár, har teir skulu landa svartkjaft.

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava 2500 tons, sum teir landa í Vedde í Norra.

Upplýst verður, at Finnur Fríði fær 1,63 kr kilo fyri lastina í Vedde.

Tá ið Finnur Fríði hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.

Fleiri skip eru á svartkjaftafeltinum í løtuni. Talan er um føroysk, íslendsk, grønlendsk og russisk skip, og fiskiskapurin er góður í løtuni.