Savnsmynd: Jón Thomsen

Finnur Fríði landar svartkjaft til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

09.03.2018 - 22:06

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði slapp framat hjá Havsbrún klokkan 18.

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 2600 tons av svartkjafti, og at veiðan verður landað til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til fóður.

Tá ið teir hava landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi.