Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Finnur Fríði skal landa 1400 tons av sild til Pelagos

Kiran Jóanesarson

05.10.2017 - 09:51

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í gjár á Runavík, har teir skuldu bíða til teir sluppu framat at landa í Fuglafirði.

Tá ið Finnur Fríði kom inn, landaði Jupiter, og tí var avgjørt at fara á Runavíkina at bíða til teir áttu tørn.

Finnur Fríði hevur 1400 tons av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í dag. Talan hevur verið um góðan fiskiskap norðan fyri Føroyar. Støddin liggur um 380 gramm.

Tað er tó framvegis ein trupulleiki við bíðitíð, og tí loysa skipini ikki fyrr enn tey hava fingið at vita nær tey sleppa aftur at landa.