Savnsmynd: Jón Thomsen

Finnur Fríði skal landa 2500 tons í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

06.01.2018 - 12:43

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð á nátturða við 2500 tonsum.

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 2500 tons, sum teir skulu landa í Fuglafirði.

Tá ið teir hava landað, verður tað allar helst aftur á svartkjaft, áðrenn teir fara at rigga um til makrel

Finnnur Fríði hevur loyvið at fiska 3000 tons av makreli í ES sjógvi.