Mynd: Sverri Egholm

Finnur Fríði skal landa makrel og svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

02.12.2017 - 14:51

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur fiskað makrel og svartkjaft seinastu dagarnar.

Teir skulu landa umleið 750 tons av makreli, sum teir hava fiskað við Hetland, og umleið 150 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnanfyri Føroyar.

Upplýst verður, at fiskiskapurin eftir makreli var góður, men tað var heldur smáligt við svartkjaftinum.

Finnur Fríði skal landa veiðuna til uppsjóvarvirkið Pelagos, í Fuglafirði.

Áðrenn Finnur Fríði fór á Fuglafjørð, settu teir ein mann av á Nólsoyðarfirði, sum skuldi í land í Havn, har myndin til greinina varð tikin. 

Finnur Fríði sleppur framat at landa veiðuna kl.15.