Savnsmynd: Faroephoto.com - Ólavur Frederiksen

Finnur Fríði verður á Fuglafirði í nátt við sild

Kiran Jóanesarson

11.10.2017 - 18:47

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð i nátt við sild, sum teir skulu landa til Pelagos.

Finnur Fríði hevur fiskað norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Teir hava 1.400 tons av sild, sum teir skulu landa til Pelagos, og talan er um góða stødd - 380-390 gramm, verður upplýst.

Teir sleppa framat at landa seinnapartin í morgin. Finnur Fríði hevur umleið 9.000 tons eftir av sildakvotuni.