Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Fram landar makrel í Vestmanna

Kiran Jóanesarson

08.08.2017 - 23:26

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fram landar í dag makrel til Vestmanna Seafood.

Fram hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Teir hava fiskað norðanfyri Føroyar hendan túrin.

 Tá ið Fram hevur landað, verður farið nýggjan túr eftir makreli.