Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Frystilínuskipini landa í Klaksvík og í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

12.02.2018 - 18:08

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Tey fimm frystilínuskipini, sum fóru á Flemish Kap beint eftir nýggjár, komu øll aftur til Føroyar fyri nøkrum døgum síðan.

Tvey av skipunum, Klakkur og Ågot, landaðu sína last í Klaksvík, meðan Stapin, Eivind og Kambur landaðu í Kollafirði.

Skipini hava havt góðan fiskiskap á Flemiash Kap, og veiðan verður fryst umborð. Klakkur landaði miðskeiðis í síðstu viku, og sama kvøld kom Ågot aftur á Klaksvík.

Í Kollafirði var Eivind fyrstur at landa, og síðan slapp Stapin framat og Kambur byrjaði at landa í dag.

Kambur fiskaði mest - 568,6 tons, og í hølinum á honum kom Klakkur, sum hevði fiskað 566,3 tons. Stapin fiskaði 541,2 tons, Eivind 436,6 tons og Ågot fiskaði 423,1 tons.

Øll skipini landaðu fyrru lastina í Bay Roberts, áðrenn tey kom til Føroyar við veiðuni frá seinna túrinum.

Kvotan á Flemish Kap er felagskvota.