Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Fyrrverandi føroysk skip í Reykjavík

Føroyska Sjómansmissiónin

10.02.2017 - 22:29

Fiskur > Tíðindi > Skipasøga

Nú íslandski fiskiflotin liggur á áttandu viku, vegna verkfall, eru nógv skip í havnini í Reykjavík.
Millum teirra eru tríggir fyrrverandi føroyskir trolarar.

Teir eru:
Ørfirisey, RE 4, sum er fyrrverandi Polarborg.
Hon var bygd í 1988 og seld til Íslands í 1992. Í 1998 var hon forlongd.

Høfrungur III, AK 250, sum er fyrrverandi Polarborg II. Hon var eisini bygd í 1988 og seld til Íslands í 1992.
HB Grandi hf eigur báðar trolararnar.

Guðmundur í Nesi, RE 13, sum er fyrrverandi Hvilvtenni.
Hvilvtenni var bygd í 2000 og seld til Íslands í 2004. Tað er Brim hf sum eigur Guðmund í Nesi.

Á Hafnafjørðinum liggur línuskipið Polarstjørnar. JFK í Klaksvík seldi hana til Grønlandska felagið Arctic Prime. Hon royndi við línu í Suðurgrønlandi eina tíð, men liggur nú svínabundin á Hafnafjørðinum og sær viðtikin út.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini sæst her