Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Fyrrverandi Hvilvtenni næstbesta íslendska fiskiskip í fjør

Føroyska Sjómansmissiónin

09.02.2017 - 00:51

Fiskur > Ísland

Í 2000 kom nýbygdi rækjutrolarin Hvilvtenni, hjá Kjartani Joensen í Leirvík í føroyska fiskiflotan.

Hann var 66 metrar langur og 14 metrar breiður. Motorurin var ein 7500 hk. Wartsila. Hann var bygdur til at kunna fiska við tveimum trolum.

Tíðirnar vóru truplar hjá rækjutrolarunum tá, við tí úrslitið at í 2004 varð Hvilvtenni seldur til Íslands og fekk navnið Guðmundur í Nesi. Tað var reiðaríið Brim í Reykjavík, sum keypti og sum enn eigur trolaran.

Rækjuverksmiðjan var tá tikin úr og ein svartkalvaverksmiðja sett í. Síðani hevur hann fyri tað mesta fiskað svartkalva og kongafisk. Teir royna við tveimum trolum. Síðstu árini hevur hann eisini fiskað makrel í umleið ein mánaða um ári.

Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum hjá Guðmundi í Nesi. Ja, so mikið væl, at í fjør var hann næstbesta fiskiskipið í íslandska flotanum. Sambært blaðnum Fiskifrettir, fiskaðu teir fyri 2.642 milliónir íslendskar krónur, sum er umleið 160 milliónir føroyskar krónur.

Trolarin er væl hildin og sær tí gott út. Okkurt smávegis er gjørt við hann. Í 2008 var hann gjørdur um til at nýta tungolju. Verksmiðjan er eisini umbygd til at kunna hagreiða makrel og frystiorkan er eisini umbygd og økt so teir nú kunnu frystað upp til 75 tons av makreli um samdøgrið.

Gongdin hevur verið so mikið góð, at tað er als eingin trupuleiki at mannað skipið. Tvær manningar á 18 mans hoyra til skipið og teir eru umborð í 30 dagar í senn.

Nøkur tekin eru enn umborð sum siga frá, at Kjartan hevur átt skipið og at tað kallaðist Hvilvtenni. Til dømis ein rútur og ein heilsan sum hongur í messuni.