Eyð, Anniku, Sonju og Hjørleif, við allar fyrstu royndunum av surimi á Varðanum Pelagic (Mynd: Sudurras.fo)

Fyrstu surimi-royndirnar gjørdar á Varðanum Pelagic

Sverri Egholm

11.03.2017 - 23:55

Fiskur >

Í hesum døgum eru tey á Varðanum Pelagic farin undir at royndarframleiða surimi.

Eyð Eidesgaard, góðskuleiðari á Varðanum Pelagic, sigur við Suðuroyarportalin, at fyrstu royndirnar hava gingið gott. Men tað skulu gerast nógvar royndir afturat, fyri at vit á góðskudeildini skulu gerast meira kend við, hvussu rávørugóðskan ávirkar surimiúrslitið. Tað er altavgerandi at rávøran er væl køld og so fesk sum gjørligt.

Annika Nolsøe vísur okkum, hvussu tey gera surimi royndirnar.

- Hetta er nýtt hjá okkum, so vit skulu nokk gera nakrar royndir, áðrenn vit vita júst hvussu okkara surimi, skal framleiðast, verður sagt við sudurras.fo.