Mynd: Høgni Biskopstø

Smáligur fiskiskapur hjá Gadus

Kiran Jóanesarson

05.10.2017 - 15:44

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Flakatrolarin Gadus setti í gjár kós móti Føroyum.

Teir hava verið burtur í tveir og ein hálvan mánaða, og hava 380 tons, nú teir hava sett kósina móti klettunum aftur.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, og at teir byrjaðu túrin við Svalbard, men fluttu síðan í russiskan sjógv. 

Gadus verður væntandi á Klaksvík mánadagin.