Savnsmynd: JFK

Gadus hevur sett kós móti Klaksvík

Kiran Jóanesarson

10.07.2017 - 10:56

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin, Gadus, úr Klaksvík, hevur sett kós móti Føroyum við fullari last.

Gadus hevur fiskað í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava umleið 750 tons, nú teir hava sett kós móti Føroyum.

Trolararnir í Barentshavinum hava havt góðan fiskiskap seinastu tíðina. Sjúrðarberg og Akraberg, sum báðir hava gjørt framúr góðar túrar í Barentshavinum, hava fyri stuttum landað í Klaksvík og í Fuglafirði, og fóru so aftur til fiskiskap í Barentshavinum. 

Enniberg er eisini staddur, har føroysku skipini royna í Barentshavinum.