Mynd: Norðlýsið

Gadus kom á Klaksvíkina hósdagin við fullari last

Kiran Jóanesarson

15.07.2017 - 11:01

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin, Gadus, úr Klaksvík, kom hósdagin á Klaksvíkina við fullari last, sum teir hava fiskað í Barentshavinum.

Gadus hevur roynt í russiska partinum av Barentshavinum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður. Gádus hevur fulla last - góð 750 tons.

Føroysku skipini hava seinastu tíðina havt sera góðan fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum.