Mynd: Lie Gruppen

Gjøgnumbrot: Norskt uppsjóvarskip verður drivið av LNG og battaríum

Kiran Jóanesarson

07.02.2018 - 09:31

Fiskur > Tíðindi > Noreg

Norska reiðaríið Lie Gruppen hevur undirskrivað sáttmálað um nýbygning, sum skal avloysa Libas, sum varð seldur til Íslands í 2016.

Talan verður um eitt LNG (flótandi jarðgass) og battarídrivið skip, og tað er norska fyritøkan Salt Ship Design, sum hevur fingið uppgávuna at sniðgeva skipið.

Á heimasíðuni hjá reiðarínum stendur at lesa, at Salt Ship Design longu fekk uppgávuna fyri hálvum øðrum árið síðan, og at endaliga sniðið nú er komið upp á pláss.

Nýggi Libas, sum verður 86 metrar langur, og knappar 18 metrar breiður, skal byggjast á Cemre í Turkalandi.

Nýggja og slóðbrótandi uppsjóvarskipið skal útgerast við einum 350 kubikliturs tanga til LNG, og einum stórum battarí pakka.

Eisini verður skipið útgjørt til at fiska við einum og tveimum trolum.

Enn er alt tað endaliga ikki komið uppá pláss, so sum hvør skal veita alla útgerðina, men reiðaríið væntar, at hesar avtalurnar verða undirskrivaðar ein av næstu døgunum.