Mynd: Kiran Jóanesarson

Gongur væl at landa Enniberg

Kiran Jóanesarson

04.06.2018 - 20:08

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina í síðstu viku.

Veiðan, sum er fiskað í russiska partinum av Barentshavinum, verður landað í Havn, og arbeiðið gongur væl.

Teir eru nú farnir í gongd við at landa veiðuna, sum er lastað í forlastuni, og væntandi verður liðugt at landa Enniberg mikudagin. 

Tá ið liðugt er at landa Enniberg, verður riggað til at fara nýggjan túr í Barentshavi. 

Enniberg loysir væntandi aftur um vikuskiftið.