Goymslurnar í Kollafirði fullar - til Hollands at landa

Sverri Egholm

30.01.2017 - 12:22

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Næraberg siglir inn við fullari last av svartkjafti, 3.200 tons.

Teir verða á Kollafirði á middegi, og leggja frá landið aftur klokkan 18 í kvøld. Tað skrivar jn.fo. Orsøkin er, at goymslurnar í Kollafirði eru fullar.

Næraberg fór til fiskiskap 2. januar, men veðrið hevur verið keðiligt. Við heimasíðuna jn.fo verður sagt, at teir hava havt fleiri bakkdagar, men at teir seinastu dagarnir hava verið brúkliligir.

41 mans eru við Nærabergi hendan túrin, og skipari er John Leif Joensen.