Mynd: Sverri Egholm

Grønlendsk skip landa sild og makrel í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

05.09.2017 - 20:34

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Kollfirðingar fingu í morgun tvey grønlendsk skip á vitjan, sum skulu landa sild og makrel í Kollafirði.

Talan er um skipini Polar Princess og Polar Amaroq, som hava fiskað sild og makrel í altjóða sjógvi tætt við føroyska markið.

Upplýst verður, at Polar Princess hevur umleið 800 tons av frystum, og Polar Amaroq hevur umleið góð 600 tons av frystum.

Fleiri grønlendsk skip hava landað svartkjaft og makrel í Føroyum seinastu tíðina.