Mynd: Sverri Egholm

Grønlendskt rannsóknarskip á beding hjá Mest

Kiran Jóanesarson

02.12.2017 - 19:12

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Grønlendska rannsóknarskipið Pamiut, úr Nuuk, varð í gjár tikið uppá bedingina hjá Mest í Havn.

Pamiut kom á Havnina fyrr í vikuni, og hjá Mest skal ymiskt klassaarbeiði og viðlíkahaldsarbeiði gerast.

Eitt nú skal skipið hava botnsýn, málast og annað.

Enn er óvíst hvussu leingi arbeiðið tekur at gera, men tað velst um hvat klassin krevur, verður upplýst frá Mest.

Pamiut hevur verið í Føroyum fleiri ferðir seinastu mongu árini, har ymiskt arbeiðið er gjørt við skipið.

Eisini fleiri føroyingar hava siglt við skipinum, meðan tað hevur virkað sum rannsóknarskip í eitt nú Kanada. 

Grønlendska felagið, sum eigur Pamiut, er fari í gongd við at finna fígging til keyp av nýggjum skipið, sum skal avloysa Pamiut, so spurningurin er nú hvussu ofta hetta skipið verður at síggja í Føroyum aftrat.