Mynd: Sverri Egholm

Fyrrverandi Næraberg á Havnini

Kiran Jóanesarson

19.06.2017 - 11:43

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Grønlendska uppsjóvarskipið, Arctic Voyager, kom á Havnina um vikuskifti. 

Skipið, sum er keypt úr Peru, hevur fingið heimstað í Tasilaq, og er ikki heilt ókent í Føroyum.

Talan er um fyrrverandi Næraberg, sum Hanus Hansen í Klaksvík átti á sinni. Skipið bleiv seinni selt til Peru, men kom aftur í føroyska flotan í 2011. Skipið varð tá leigað til at fiska makrel í føroyskum sjógvi.

Sum vit skilja á lagnum, er skipið aftur ávegis í føroyska flotan. Føroyingar ætla at leiga skipið frá grønlendingum, og vera við í kappingini tá ið uppboðsølan byrjar.

Arctic Voyager er bygt í Norra í 1997. Skipið hevur seinastu árini havt heimstað í Peru, og tað var felagið Pacific Andes, sum keypti skipið frá Hanus Hansen á sinni.