Mynd: Frakt&Sand

Hav Nordic fingið eyðkenda litin hjá felagnum

Kiran Jóanesarson

05.06.2018 - 19:23

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Farmaskipið Hav Nordic kom á Skála í síðstu viku, har skipið skuldi málast og vaskast.

Skipið hevur nú fingið farvuna, sum eyðkennir hini skipini hjá felagnum, og arbeiðið hevur tikið fýra dagar.

Skipið skal lasta fiskamjøl í Fuglafirði í morgin, og síðan verður farið til Bremen við lastini.

Farmaskipið Hav Skandic, sum Frakt&Sand keyptu samstundis sum Hav Nordic kemur til Føroyar í næstu viku, har sama arbeiðið skal gerast við skipið.