Savnsmynd: Christian Müller

Havbryn landað 850 tons

Kiran Jóanesarson

02.09.2017 - 23:08

Fiskur > Tíðindi > Noreg

Norski verksmiðjutrolarin Havbryn landaði í Ålesund í gjar.

Teir hava verið til fiskiskap síðan 6 august og hava fiskað við Hopen og Bjarnaoynna hendan turin.

Teir hava landað 850 tons av fiski, harav 450 tons er toskur, 325 tons er hýsa og restin er kongafiskur og svartkalvi.

Eisini hava teir landað 70 tons av fiskamjøli og 35 tons av fiskaolju. 21 mans hava verið við hendan túrin, harav 3 føroyingar.