Mynd: Skipsteknisk

Hetlendingar gera sáttmála um enn eitt uppsjóvarskip

Kiran Jóanesarson

10.09.2017 - 10:35

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Reiðaríið, sum eigur hetlendska uppsjóvarskipið, Zephyr, hevur undirskirvað sáttmála um ein nýbygning, sum skal byggjast í Norra.

Nýggja skipið verður 75,40 metrar langt og 15 metrar breitt. Skipið er sniðgivið av Skipsteknisk AS í Ålesund, og er hetta gjørt í tøttum samstarvi millum reiðarí og snigevaran.

Talan verður um eitt sera framkomi skip, til hetlendsku uppsjóvarvinnuna, sum fær nýggjast tøknina, og reiðaríið hevur avgjørt at brúka somu veitarar, sum reiðaríi brúkti tá ið teir bygdu núverandi Vephyr, sum er bygt í 1996.

Eins og hjá teimum flestu nýbygningunum, sum verða bygdir fyri tíðina, verður skrokkurin til nýggja Zephyr gjørdur í Pólandi, og skipið skal síðan gerast liðugt hjá skipasmiðjuni í Norra.

Nýggja og stásiliga uppsjóarskipið, skal latast reiðarínum summari 2019.