Mynd: Salt Ship Design

Hetlendskt felag skal byggja nýtt uppsjóvarskip

Kiran Jóanesarson

05.08.2017 - 13:07

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Hetlendska reiðaríið, sum eigur uppsjóvarskipið, Adenia úr Lerwick, hevur undirskrivað sáttmálað um sniðgeving av nýggjum uppsjóvarskipið.

Tað er norksa felagið, Salt Ship Design, sum hevur fingið heiðurin at sniðgeva eitt nýtt uppsjóvarskip til reiðaríi, sum nú hevur tikið avgerð um at skifta núverandi Adenia út, sum er bygd í 2003.

Hóast sniðgevingin er komin uppá pláss, so er tað ikki komi út enn, hvar skipið skal byggjast. Eitt boð er tó, at tað verður vælumtókta skipasmiðjan í Skagen, Karstensens Skibsværft, sum fær arbeiðið at byggja nýggja Adenia.

Nýggja skipið verður 69,90 metrar langt og 15,60 metrar breitt.

Hetlendingar hava seinastu tíðina selt fleiri av uppsjóvarskipunum, sum dømi kunnu vit nevna Research, sum P/f Næraberg keypti og sum hevur fingið navnið Borgarin, og uppsjóvarskipið Charisma, sum íslendingar hava keypt fyri Jón Kjartansson.