Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Høgaberg góðan fiskiskap við Hetland

Kiran Jóanesarson

05.12.2017 - 21:12

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Høgaberg byrjaði at landa makrel í gjár.

Høgaberg hevur fiskað makrel við Hetland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Talan er um góða stødd - umleið 400 gramm í miðal, sum verður landað til Pelagos í Fuglafirði.

Um Høgaberg fer aftur á sildaveiðu ella fer, eins og fleiri av hinum føroysku uppsjóvarskipinum, á svartkjaftaveiðu við Føroyar vita vit ikki.