Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Høgaberg kom á Fuglafjørð í gjár við 350 tonsum

Kiran Jóanesarson

11.09.2017 - 14:32

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Nótaskipið, Høgaberg, kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa makrel.

Høgaberg hevur fiskað makrel við nót, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava góð 350 tons, sum teir landað til Pelagos í Fuglafirði. 

Upplýst verður, at skipini síggja nógvan makrel, og at støddin er góð.