Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Høgaberg landar umleið 1800 tons í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

13.06.2018 - 08:31

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í gjár.

Høgaberg, sum hevur fiskað svartkjaft í Føroyskum sjógvi, skal landa umleið 1800 tons til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið smáligur, og at hann bara minkar.

Skipini fylla ikki lastirnar longur, men sigla næstan bara inn við hálvari last, av tí at tey ikki megna at fylla lastina.