Savnmynd: Kiran Jóanesarson

Hoyvík farin á svartkjaftaveiðu við Føroyar

Kiran Jóanesarson

30.11.2017 - 19:54

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík, sum hevur ligið á Kollafirði seinastu dagarnar, er nú farin á svartkjaftaveiðu.

Hoyvík hevur seinastu tíðina fiskað sild norðanfyri føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Nú skipini hava fingið lov til at flyta ein part av sildakvotuni til 2018, hava nøkur av skipunum riggað seg til at fara á svartkjaftaveiðu við Føroyar.

Hoyvík fór av Kollafirði seinnpartin. Upplýst verður, at fiskiskapurin eftir svartkjafti er smáligur í løtuni.