Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Hoyvík kom á Fuglafjørð í gjár

Kiran Jóanesarson

10.06.2017 - 20:07

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Hoyvík úr Havn, kom á Fuglafjørð í gjár.

Hoyvík, sum hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, hevur 800 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún. Teir sluppu framat at landa í nátt, tá ið Finnur Fríði og Slættaberg høvdu landað.

Hoyvík hevur roynt í bankarennuni og á eystara kanti á Munkagrunninum hendan túrin, har fleiri svartkjaftaskip fiska í løtuni.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.