Mynd: Kiran Jóanesarson

Hoyvík kom í dag á Kollafjørð við 600 tonsum av makreli

Kiran Jóanesarson

09.08.2017 - 20:25

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Hoyvík, úr Havn, kom seinnapartin á Kollafjørð við 600 tonsum av makreli.

Hoyvík hevur verið til fiskiskap norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Veiðan verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Tá ið Hoyvík hevur landað verður fari nýggjan túr eftir makreli.