Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

- Hoyvík royndist væl

Føroyska Sjómansmissiónin

19.01.2017 - 23:19

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Tað sigur skiparin Suni Jakobsen.

Í gjár var Hoyvík liðug at landa tey 1.250 tonsini av makreli til Faroe Pelagic í Kollafirði, sum teir fiskaðu í ES sjógvi vestanfyri Hetland.

- Vit hava kvotu í ES-sjógvi til ein túr afturat. Síðani vóna vit at kunna keypa svartkjaftakvotu. Seinni í ár fara vit aftur at veiða makrel og tá í føroyskum sjógvi, sigur Suni Jakobsen, skipari á Hoyvík

Hann sigur eisini, at skipið royndist væl og er í góðum standi.

Hoyvík fer avstað aftur í dag og 9 mans vera við.

Norðmenninir sum vóru við fyrsta túrin eru farnir aftur til Norra.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her