Savnmsmynd: Sverri Egholm

Hoyvík skal landa 1900 tons av svartkjafti í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

09.05.2018 - 08:53

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík skal landa svartkjaft í Fuglafirði.

Hoyvík, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, skal landa 1900 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Talan hevur verið um hampiligan fiskiskap, og svartkjafturin verður framleiddur til fóður hjá Havsbrún.  

Hoyvík slapp framat aftaná Christian í Grótinum, sum landaði 2500 tons av svartkjafti.

Nógv skip eru í løtuni á svartkjaftafeltinum sunnanfyri Føroyar.