Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Írsk uppsjóvarskip skal landa svartkjaft til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

10.03.2018 - 17:39

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Írska uppsjóvarskipið Father McKee skal landa svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.

Father McKee hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 1400 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún, har veiðan síðan verður fremleidd til fóður.

Finnur Fríði skuldi landa fyrst áðrenn Father McKee slapp framat við síðari last.