Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Írskir tvíburðar landa í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

06.02.2018 - 20:02

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Írsku systurskipini Father Mckee og Brendelen komu á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Skipini hava fiskað havgølt, og veiðan skal landast til Havsbrún. 

Upplýst verður, at skipini komu á Fuglafjørð í gjár, og tá landaði Jupiter umleið 2000 tons av svartkjafti. Tá ið Jupiter varð liðugur, sluppu írsku tvírburðarnir framat.

Skipini høvdu 2600 tons av havgølti.

Hesin fiskiskapurin byrjar fyrst í árinum, og landa skipini nakrar lastir av havgølti í Fuglafirði hvørt ár.