Isafold landar makrel til Pelagos í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

05.02.2018 - 20:15

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Danska uppsjóvarskipið Isafold kom á Fuglafjørð fyrr í dag, har teir skulu landa.

Isafold hevur fiskað makrel í Es sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1700 tons av góðum makreli, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði.

Talan er um góða stødd - umleið 400 gramm.

Hetta er næsti túrur, sum Isafold landar í Føroyum í ár.