Mynd: Eskja.is

Íslendska skipið Jón Kjartansson hevur landað í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

12.05.2018 - 18:58

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Íslendska uppsjóvarskipið Jón Kjartansson hevur landað svartkjaft í Fuglafirði.

Upplýst verður at teir byrjaðu at landa í gjár, og at teir høvdu umleið 600 tons av svartkjafti, sum varð landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Hjá Havsbrún hava tey hava úr at gera við at virkað svartkjaft seinastu dagarnar, og góða gongdin heldur áfram eina tíð aftrat.