Mynd: Kiran Jóanesarson

Íslendskt uppsjóvarskip til viðlíkahald í Havn

Kiran Jóanesarson

11.06.2018 - 22:10

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Íslendska uppsjóvarskipið Hoffell varð í síðstu vikiu tikið uppá bedingina hjá Mest í Havn.

Upplýst verður, at talan er um vanligt viðlíkahaldsarbeiði, har eitt nú botnurin skal smyrjast og skifta sink.

Hvussu leingi arbeiðið tekur er tó ógreitt, men talan verður ikki um drúgva tíð.

Hoffell hevur seinastu árini gjørt hetta arbeiðið í Føroyum.

Seinastu tíðina hava nógv íslendsk, russisk og grønlendsk skip fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, men nú fiskiskapurin er minkaður so nógv, eru fleiri farin á beding, og fyrireika seg til silda- og makrelfiskiskapin, sum fer at taka seg upp seinni í summar.